Setti eld í: Seldi tvøst fyri 675 krónur kilo

Í gjár varð tvøst lýst til sølu í Føroyum, har eitt kilo kostaði meiri enn ein flogferðaseðil til Danmarkar

– Eg eri ikki nakar Robin Hood!

Soleiðis vardi ein maður seg, sum lýsti tvøst av springara til sølu á Facebook í gjár.

 

Eitt er at selja tvøst, men í hesum føri var tað serliga prísurin, sum fekk fólk at øtast. Tvøstið verður nevniliga selt fyri 675 krónur kilo, og hetta kallaði seljaran enntá fyri at gera kvetti. Talan er um tvøst at springarunum, sum vórðu hildnir til í Gøtu í fyrradagin.

 

Onkur hevur roknað út, at við hesum prísinum kundi seljarin skora einar 150.000 krónur fyri ein einstakan springara.

 

Hetta loypti rættiliga øði í fólk og kloyvdi tjóðina mest sum í tvíningar.

 

Kortini eru tað tey flestu, sum í rættiliga bersøgnum vendingum, lótu seljaran vita, at nú fór hann langt út um mark. Ein viðmerkjari heldur, at tað er sjúkligt at eitt kilo av tvøsti skal kosta meiri enn enn flogferðaseðil til Danmarkar

 

Sjálvur dugir seljarin ikki at síggja nakað skeivt í hesum. Hann heldur, at tað er so nógv, sum verður selt dýrt og at tað stendur hvørjum sær frítt fyri at keypa ella ikki.

 

Hann ásannar, at hann er ikki nakar Robin Hood og nú hann hevur fingið hendur á einum springara, gongur hann ikki hús úr húsi og gevur alt burtur.

 

Hann er ikki einsamallur um hendan hugburðin, tí tað eru eisini viðmerkjarar, sum staðfesta, at hetta er ikki annað enn marknaðarkreftirnar, sum vísa seg í verki og at tað er einki at fáa ilt í afturpartin av.

 

– At berjast móti marknaðarkreftunum, er sum at boksast ímóti sínum egna skugga, sigur ein viðmerkjari.

 

Hinvegin eru tað fleiri viðmerkjarar, sum halda, at tá ið vit verja okkara grindadráp fyri útlendingum, er ein av okkara bestu trumfum, at grind er ikki handilsvøra. 

 

Tey halda eisini, at tað stríður ímóti grundreglunum í grindadrápinum, at tvøst og spik verða seld, tí tað er eitt tilfeingi, vit fáa ókeypis.

 

Skal tað vera soleiðis at øll fara at selja sín part, kunna vit tað sama gevast at drepa grind, tí tá snýr tað seg bara um at ríka seg upp.

 

Tað eru eisini kendir føroyingar, sum leggja seg út í kjakið. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks minnir seljaran á at fylla sjálvuppgávuna rætt út næsta ár.

 

John Johannessen, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður, heldur, at hetta vísir, at stundin er komin at endurskoða grindabýtið. Hin møguleikin er at gera tað til eina vinnu burtur av við veiðiloyvum og øllum, ið har til hoyrir. Skipanin í dag tykist ikki nøktandi og er beinleiðis í stríð við tað, ið vit annars siga umheiminum, sigur hann.

 

Ingolf S. Olsen, sum hevur sitið á Løgtingið fyri Tjóðveldi, heldur, at er ein góð regla, at grind ikk er søluvøra, men verður givið burtur

 

Justinus Eidesgaard, íðin viðmerkjari, heldur, at glæsiliga grundgevingin um, at grind ikki er handilsvøra, er spakuliga við at gleppa okkum av hondum.

 

– Dagliga síggi er fólk, sum spinna gull av at selja tvøst og spik, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað eru tey somu, sum ganga aftur. Og hann heldur, at vit heldur vera erlig og siga, at vit fara eisini í grind tí vit lukta mammon, og kapitalurin eisini hevur snýkt seg inn í aldargamla siðin, at grind verður býtt javnt.

 

Spurningurin um at selja tvøst og spik er javnan frammi í almenna kjakinum. Niðanfyri eru nøkur sjónarmið um málið, eitt nú frá Grindamannafelagnum og frá kenda kokkinum, Gutta Winther. 

 

Les eisini: Skal grind seljast í handlunum ella ikki

 

Les eisini: Fara altíð at selja grind í handlunum

 

Les eisini: Matstovur skulu fáa gring á matarskránna

 

Les eisini: Vit sleppa ikki undan at grind verður seld

 

Les eisini: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind