Nú er bingja sett upp á bingjuplássinum á Oyrunum í Vági til endurnytslua av tí, sum er ov gott at beina burtur.
Grøni bólkur hjá Vágs kommunu hevur fingið til vega eina bingju, sum er sett upp á bingjuplássinum á Oyrunum. Bingjan er ætlað til lutir, sum eru ov góðir at beina burtur, og sum onnur kundu fingið gleði av.
Bingjan er opin somu upplatingartíðir sum bingjuplássi, og skal brúkast í samráð við umsjónarfólkið á staðnum. Lutir, t. d. ting, møblar o.l., sum verða mett at kunna brúkast, verða goymd í bingjuni í tvær vikur. Aftan á tvær vikur verða hesi burturbeind av starvsfólkinum á umhvørvisplássinum.
Lutirnar, sum verða settir í bingjuna, eru fólk vælkomin at fáa sær heim við. Tað kemur meira enn so fyri, at góðir lutir fara burtur saman við ruskinum, og eisini lutir, sum bert krevja smávegis ábøtur.Hesir kunnu onnur nú fáa gleði av, siga tey úr Vágs kommunu.
Bingjan er partur av átøkunum hjá Grøna bólki hjá Vágs kommunu, sum hevur til endamáls at arbeiða við burðardygd og umhvørvisvernd, og at tilvita borgarirnar um, hvat hvør einstakur kann gera fyri umhvørvið.
Grøni bólkur vónar at fólk taka væl ímóti møguleikanum at fáa sett góðir lutir frá sær, og ivast ikki í at onkur kann gera kvetti, tá ið tey fara í bingjuna at fáa sær lurir. Um átakið roynist væl kann tað møguliga víðkast og gerast enn betri, skrivar vágskommuna.
Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við Grøna bólk í kommununi, um tey hava góð hugskot til grøn átøk, heilsa tey úr Vági.