Næmingarnir á setrinum fingu boðini umvegis teldupost í kvøld, og næmingarnir verða altso bidnir um ikki at møta á skúlanum í morgin og fríggjadagin.
Boðini koma sama kvøld, sum danska stjórnin gjørdi av at senda skúlanæmingar til hús.
Próvtøkur eru á setrinum í løtuni, og setrið boðar samstundis frá, at ávísar próvtøkur verða hildnar.
Sí skrivið, ið leiðslan sendi til næmingarnar í kvøld:
Góðu lesandi,
Leiðslan á Setrinum hevur tikið avgerð um, at øll undirvísing á Setrinum verður avlýst restina av vikuni. Tað vil siga, at lesandi ikki skulu møta á Setrinum hósdagin 12. og fríggjadagin 13. mars. Tó verða ávísar próvtøkur møguliga hildnar sum ætlað. Lesandi, ið skulu til hesar próvtøkur, fáa nærri kunning frá deildini.
Lesandi á Námsvísindadeildini og á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði, sum eru í starvslæru og klinikk, fáa kunning frá deildini.
Vit senda nærri kunning viðvíkjandi undirvísing í næstu viku til tykkara setursteldupost og á Moodle, so minnist til at kanna regluliga.