Aftur í ár fer Sunda kommuna saman við ymiskum feløgum og stovnum í kommununi at skipa fyri eini mentanarviku, sum hesaferð verður í døgunum 17.-.25. september. Hesar dagar verða ein røð av ymiskum mentanarligum tiltøkum, sum fara fram í flestu bygdum í kommununi.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Kim Durhuus, sigur, at innihaldið í mentanarvikuni fevnir rættiliga breitt og vendir sær til allar aldursbólkar.
- Vit vóna, at øll taka væl ímóti hesum tiltøkum, og at tey soleiðis fara at gerast afturvendandi komandi árini við eini enn meira fjøltáttaðari skrá, sigur hann.
Kim Durhuus vísir á, at karmarnir fyri slíkum tiltøkum í kommununi eru góðir.
- Tí heita vit eisini á øll tey, sum ynskja at skipa fyri tiltøkum saman við kommununi, um at gera vart við seg, so vit framyvir kunnu leggja enn fleiri tiltøk til rættis í felag, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.
Meira verður kunnað um einstøku tiltøkini, sum eru á mentanarvikuni, á heimasíðuni hjá Sunda kommunu www.sunda.fo