Fíggjarkreppa er á altjóða fíggjarmarknaðinum. Men hóast føroyskir fíggjarstovnar eftir øllum at døma eru væl fyri, hava teir smekka kassan í, og møguleikin at fáa stór lán er ikki tann sami í dag, sum hann var fyri bert stuttari tíð síðan. Rentan á bústaðarlánum er hækkað munandi, og er í dag næstan tað dupulta av tí, hon var um ársskiftið frá 2005 til 2006, tá hon bert var hálvtfjórða prosent. Í dag er lægsta rentan upp móti sjey prosentum á teimum bíligastu bústaðarlánunum.
Hetta merkir eina munandi øking av útreiðslunum hjá teimum familjum, sum hava keypt hús seinastu tvey til trý árini, og serliga tungt er tað hjá teimum, sum eru nýggj á marknaðinum og hava lítið av eginogn. Samstundis sum rentan er hækkað, er oljuprísurin fleirfaldaður og matvøruprísirnir eru alsamt vaksandi eisini.
Sølan í Havn minkað eina helvt
Ymiskar broytingar eru at hóma á marknaðinum. Millum annað sæst á tølum frá almennu tinglýsingini fyri húsasølur fyrsta hálvár í ár og sama tíðarskeið í fjør, at alsamt fleiri húsasølur og húsakeyp verða framd í smærru bygdunum. Samstundis er miðalprísurin á sethúsum har umleið tann sami nú, sum hann var fyri einum ári síðan.
Í størru bygdunum er lítil og eingin broyting at hóma. Miðalprísur og tal av húsum, sum skifta eigara, eru áleið tað sama.
Í Havn harafturímóti, er stór broyting at hóma í mynstrinum. Annan ársfjóðring í fjør vóru 28 húsasølur framdar, og miðalprísurin var 2,3 milliónir. Sama tíðarskeið í ár vóru bert 14 sølur framdar í Havn. Orsøkin liggur helst í miðalprísinum, sum henda ársfjóðring var 2,25 milliónir krónur.
Harafturat eru stórar broytingar hendar í fíggjarheiminum triðja ársfjóðring í ár, og hugsast kann at talið av húsasølum rapar enn meira, um so er at miðalprísurin enn stendur í stað.
Órógv á marknaðinum
Húsameklarar í Føroyum merkja væl, at órógv er á marknaðinum. Færri sølur eru nú, og húsini standa alsamt longri á sølulistunum hjá húsameklarunum. Tó er marknaðurin ikki heilt uppsteðgaður.
Hjá Meklarin.fo, sum er minsta meklarafyritøkan, hava tey enn ikki merkt eina markanta broyting á marknaðinum, men summar ábendingar eru um at broytingar eru á veg.
- Krøvini til fígging eru strangari í dag. Tað eru mest fólk, sum hava eginpening, sum fara eftir húsakeypum í dag. Samstundis síggja vit at marknaðarprísurin er lækkaður nakað, men at fólk eru sera varin við at taka av tilboðum, lægri enn tað, tey vilja hava fyri húsini. Sostatt er tað eitt nógv størri arbeiði sum skal til fyri at forhandla prísin millum keypara og seljara í dag, greiðir Lasse Klein, stjóri á Meklarin.fo, frá.
Hann greiðir eisini frá, at grundað á húsasølurnar hjá Meklarin.fo, hvørs høvuðsvirksemi serliga er í Eysturoy, er eingin trupulleiki at sleppa av við hús, sum standa til sølu fyri undir eina millión, men tá prísurin fer nógv uppum milliónina, er verri at fáa selt húsini.
Longri sølulistar og sølutíð
Hjá P/F Inni, sum er størsta meklarafyritøka í landinum, merkja tey eisini at broytingar eru hendar í seinastuni. Har vátta tey, at hús standa munandi longri á sølulistunum nú, og at tað gongur seinni at selja húsini.
Á heimasíðuni hjá fyritøkuni stendur at lesa, at P/F Inni støðugt hevur millum 80 og 90 sethús og bygningar á sølulistanum. Í dag standa millum 120 og 130 sethús og bygningar á listanum, og tað vísir at longri gongur við at selja húsini í dag, og at eftirspurningurin minkar, samstundis sum miðalprísurin enn er høgur.
Hannelena Mittún, stjóri í P/F Inni, váttar at eftirspurningurin er minkaður, og at tað gongur seinni at selja, men sigur at miðalhúsini, sum standa fyri umleið 2 milliónir, sleppa tey enn av við.
- Men tað krevur ein góðan økonomi at fáa lán til tey húsini. Tað krevur tvær góðar inntøkur og nakað av eginpeningi, sigur Hannelena Mittún, stjóri í P/F Inni.









