Sethúsaprísurin ikki á veg niður

Hjá fyritøkuni Húsamekling í Havn, sum fæst við keyp og sølu av húsum, siga tey seg ikki síggja nakrar ábendingar um, at sethúsaprísirnir eru á veg niður

Nógv hevur verið tosað um ringu tíðirnar, ið sigast verða í væntu her á landi. Ringar tíðir merkja sum oftast eisini fallandi húsaprísir, men hjá Húsamekling merkja tey einki til fallandi sethúsaprísir.

Áhugin ikki minkandi
Á skrivstovuni hjá sethúsasøluni Húsamekling í Havn siga tey, at áhugin fyri húsum er minst líka stórur, sum hann hevur verið seinnu árini. Stórur áhugi er fyri sethúsum, og serliga tey nýggjaru húsini er løtt at sleppa av við, verður sagt hjá Húsamekling. Eitt sindur eldri hús er ofta eitt sindur longri tíð á sølulistanum enn tey nýggju, men tey húsini, ið hava tvær íbúðir, verða ógvuliga skjótt seld, siga tey á Húsamekling.
Serliga í Havnini er tað lætt at sleppa av við hús, verður sagt, meðan tað gongur eitt sindur meiri striltið í onkrum øðrum øki í landinum, har arbeiðsmarknaðurin er eitt sindur meiri óstøðugur, soleiðis hevur tað tó verið í longri tíð. Hjá Húsamekling hava tey úr at gera, og tey duga sum sagt als ikki at síggja nøkur tekin í sól og mána um, at sethúsamarknaðurin í Føroyum er á veg niðureftir.