Bjarti Mohr
valevni hjá Fólkaflokkinum ? listi A
So bleiv rentufrádrátturin broyttur til rentustuðul ? ætlanin var at hetta skuldi ganga út uppá tað sama.
Vit vóru mong sum longu tá varnaðust at so fór ikki at vera. Hetta fór at vera eitt hent tól hjá teimum sum vilja hava eitt høgt skattatrýst. Hetta fór at vera byrjanin til eina avtøku ella minking av rentufrádrátt-inum. Hetta fór at vera byrjanin til at vanligar familjur ikki hava sama møguleika at byggja sær hús.
Tað verður pakka inn í ymiskt pappír við ymiskum etikettum: Men ætlanin er at rentustuðulin skal minka longu í 2001 og uppaftur meira seinni: Hetta er ein umvegis skattahækkan sum verður rættvísgjørd við at kalla hana meira sosiala og at handverkarar hava ov nógv arbeiði og tjena ov nógv ? tað er heilt fá ár síðani at handverkarar rýmdu av landinum vegna arbeiðsloysi, so lat teir fáa frið ? takk!
Í Dimmalætting 26. okt. er grein sum fýlist á at Húsalánsgrunnurin veitir vanligur føroyingum ov bílig húsalán tí tað er kappingaravlaðandi og Landskassin missir pening verður sagt.
Fyri tað fyrsta er tað frí kapping á lánsmarknaðinum og eg kann ikki hugsa mær at Húsalánsgrunnurin ger nakað sum hann ikki kann standa inni fyri. Fyri tað næsta eru tað enn heilt nógvir sethúsaeigarar sum eru illa fyri fíggjarliga tí júst teirra sak ikki bleiv loyst á ein rímuligan hátt í kreppuárunum.
Fólkaflokkurin hevur altíð ávara ímóti ov høgum skattatrýsti og vónandi lata sethúsaeigarar seg ikki draga uppá trá enn einaferð.