Setanarsteðgur innan Trivnaðartænastuna

Yvirlýsing

Aðalfundurin hjá Føroya pedagogfelag átalar harðliga, at avleiðingarnar av sparingartiltøkum landsins hava viðført setanarsteðg á serstovnum landsins.

Hetta hevur og fer at hava álvarsligar avleiðingar fyri góðskuna og trygdina av tænastuni, ið veittur verður á serstovnum landsins.

Hetta forðar útbúnum og nýútbúnum pedagogum at søkja størv á serstovnaøkinum og kemur tí at ganga út yvir ta pedagogisku dygdina á hesum stovnum.

Fundurin mælir til, at skundað verður undir arbeiðið at smíðja eina tíðarhóskandi forsorgarlóg.

Felagið bjóðar seg fram at verða við í hesum arbeiði.

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag tann 21.mars 2009