Setanarkreppan - setanarnevndin og landsstýrismaðurin

Fjølmiðlarnir hava fleiri ferðir havt á máli, at landsstýrismaðurin fyri mentamál setti nýggja landsantikvarin av politiskum orsøkum, men eingin teirra hevur so frægt sum upplýst okkum um, hvussu henda setanin kann tulkast politiskt. Slík blaðskriving er ósømilig.

Landsstýrismaðurin hevur verið fyri hvøssum álopum frá mongum síðum, harafturímóti eru tað fáir av fjølmiðlunum, sum í álvara hevur roynt at lýst málið frá hennara síðu. Vit skulu minnast til, at henni sjálvandi hevur verið greitt, at hon fór at fáa ákoyringar fyri sítt dirvi, fyri sína sannføring. Hon ? umsøkjararnir og almenningurin -hevur so sanniliga uppiborið, at málið, alt sum tað er, verður alment lýst bæði væl og virðiliga frá øllum síðum.
Setningurin hjá setanarnevndini var tann einfaldi, at velja millum tey best skikkaðu fólkini, at kanna eftir fakligu førleikunum hjá umsøkjarunum.
Hvat var setanarproblemið hjá landssstýrismanninum? Hvussu nógvar vóru umsóknirnar? Hvussu nógv vórðu innstillað? Vóru bara Símun Arge og hasin danin innstillaðir, so kann landsstýrismaðurin sjálvandi velja nummar tvey ? danan, men instillaði setanarnevndin bara eitt fólk, so verður spurningurin, hví? Hví fekk landsstýrismaðurin ikki nakað val? Tá ið Annlis Bjarkhamar bað um nýggja innstilling, fekk hon somu innstilling aftur í høvdið. Har var eingin bøn. Tað sær ikki mætari út, enn at embætismenninir hava sett landsstýrismanninum knívin á barkan, kveistra hann vanvirðisliga til viks. Øll mannagongdin í hesum máli er so vánalig embætisførsla, at ein øtast.
Var eingin raðfesting, sum aðramáta er vanlig mannagongd, slepst illa undan tí illgruna, at avgerðin varð tikin longu frammanundan, hvør ið skuldi fáa starvið.
Hin umsøkjarin - allir hinir umsøkararnir - fór sjálvandi til setanarsamrøðu í tí treysti, at hann og umsókn hansara vórðu viðgjørd í álvara av professionellum fólkum. Snúði henda samrøða seg bara um eina eitissamrøðu, sum skuldu fáast frá hondini, so er tað átaluvert og ómetaliga óprofessionelt.
Vit hava sæð nakað av C.V.?inum. (curriculum vitae) hjá dananum, og er tað imponerandi. Vit hava hinvegin einki fingið at vitað um, hví setanarnevndin valdi føroyingin framum. Vit hava heldur einki fingið at vitað um, hví føroyingurin er so nógv betri fyri yrkisliga.
Tað hevði verið áhugavert at sloppið at borið saman fakligan kunnleika, fakligar royndir og fakliga skriving hjá hesum báðum monnum, og soleiðis fingið innlit í mál-ið, tí sostatt hevði almenningurin verið førur fyri at mett um, ann-aðhvørt setanar-nevndin ella landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at.
Løgmaður eigur i øllum førum ikki at taka støðu í málinum einsamallur, ið hvussu er ikki, fyrr enn tað er lýst út í æsir av uttanveltaðum stovni, til dømis av umboðsmansstovninum. Løgmaður hevur familjulim í setanarnevndini, sum vil hava føroyingin settan í starv, og tað vildi landsstýrismaðurin ikki. Tað ber tí illa til at siga, at løgmað-ur er gegningur í hesum máli, tað vænti og vóni eg framvegis, at hann hevur í huga.
Í Sosialinum vevur og vevur Arni Thorsteinsson, gamli landsantikvarurin, firtin um valið hjá landsstýrismanninum. Hann hevur púrt einki upp á hjartað. Hann sigur millum annað bart út, at hann kennir ikki mannin, men í sama andadrátti nevnir hann, at valið er politiskt. Slíkur hugburður er hvørki serliga kritiskur ella akademiskur. Her er tokki til føroyingin, og tað er í lagi, men hvar er tokkin til stovnin?
Kjarnin í hesum máli er, at sjálvandi eigur tað fólkið at verða sett, sum hevur frægasta førleikan, og sum kann geva fornminnissavninum nýggjan íblástur. Nógv bendir á, at tað hevur stovnurin harðliga fyri neyðini.