Setan av Sundalagsstevnu 2002: ? Sundalagið sum heild stendur í blóma

Vit prenta røðuna, sum Jákup Pauli Joensen helt, tá hann setti Sundalagsstevnuna í Hósvík leygardagin

Góðu Hósvíkingar! Góðu stevnugestir!
Nú føroyska summarið stendur í besta blóma, fylkjast ung sum eldri á summarstevnum. Stevnumentanin er eitt gamalt føroyskt fyribrigdi. Ferðingin ímillum bygdir á sumri hevur ivaleyst verið tyngri fyrr, enn hon er í dag, men altíð hevur hendan ferðing verðið tengd at gleði og gaman. Sum við øllum stórum stevnum, er tað ikki minst ungdómurin sum fær høvi at hittist í ítrótti, spæli, sangi og dansi.
Nógv samband hevur altíð verið ímillum grannabygdirnar her í Sundalagnum. Tað vóru bygdirnar Hósvík, Kollafjørður og Hvalvík/Streymnes, sum saman settu sær fyri at fáa ílag eina stevnu, sum kundi teljast ímillum stóru summarstevnurnar í landinum.
Hóast bygdirnar framvið Sundalagnum eru smáar, so eru tær á leikvøllum stinnar og áhaldandi. Kappróður hevur verið tann ítróttargreinin, sum hevur havt sterkast festi ímillum fólk í Sundalagnum. Hvør bygd hevur sítt kappróðrafelag, og tað er ein sonn gleði, tá tey ungu ímóti sumri taka bátin út, og gleðin er ikki minni, tá róð verður á stevnum. Nógvur spenningur er um úrslitið, men størsta gleðin og størsti áhugin eru tengd at luttøkuni hjá bátinum, sum umboðar bygdina. Eisini í dag koma bátarnir at dystast og okkara ungdómar fáa høvi at hittast á leikvølli, í spæli og í dansi.
Okkara sangmentan hevur djúpar røtur í tí føroyska samleikanum. Okkara søga er fyri ein stóran part søgd í kvæðum, yrkingum og táttum. Hósvík er ein bygd við einum sera ríkum mentanararvi. Júst á hesum øki, her vit standa í dag, eiga tveir av okkara mest fólkakæru yrkjarum mong sporini: Áarstovubrøðurnir Janus og Hans Andrias Djurhuus høvdu røtur higani úr Toftum í Hósvík. Mamman, Giljanna, var bóndadóttur higani, og hendan yrkjaramentan er framvegis livandi, bæði her í Hósvík, í Kollafirði og aðrastaðni við.
Í einum av søgunum hjá Hans A. Djurhuus letur hann tindarnar tosa. Vit hoyra Árnadalstind og Slættaratind togast um, hvør teirra hevur besta útsýni. Eftir at hesir hava togast eina løtu, kemur Skælingsfjall uppí og vísir á sínar dygdir. Men vakrir og stórbærir eru teir, hvør á sín hátt. Soleiðis er eisini við bygdunum framvið Sundalagnum.
Tað verður ofta sagt um bygdir og býlingar, sum liggja nærhendis einum størri býi at tær eru sovibygdir. Men bygdirnar í Sundalagnum eru als ikki sovibygdir. Her hendir nógv um dagarnar og langt út á næturnar. Mentanin stendur í fagrasta blóma. Her eru eitt nú ítróttarfeløg, bygdafeløg, kór, meinigheitsfeløg og bindiklubbar. Burtur úr hesi virknu mentan er á nógvum økjum sprottið eitt grannasamstarv, har felagsskapurin kann mennast. Felagskommunala nevndin í Sundalagnum kann m.a. takast sum dømi um eitt gott samstarv ímillum javnstillaðar bygdir. Tað er altíð neyðugt at taka støðið í teimum fortreytum sum eru og alt samstarv eigur tí eisini at byggja á tann samleika, sum fólkið í hvørji einstakari bygd hevur.
Sundalagið sum heild stendur í blóma. Vinnuvirksemið veksur. I tíðarskeiðum við stórari menning er altíð neyðugt at verða ansin, soleiðis at tey virðir, sum eru, og sum kanska ikki altíð verða roknaði fyri so nógv, ikki fara fyri skjeyti. Eg hugsi her, um tað vøkru og ríku fjøruna, sum vit, sum børn og gomul, hava so stóra gleði av.
Tann megin, sum liggur í tí heimliga og í nærumhvørvinum, kemur til sjóndar á tílíkum stevnum sum hesari. Tit eru nógv, sum hava lagt stóra orku í at fyrireika hesa stevnu og tey tiltøk, sum her eru. Tað eru tit, sum gera tað møguligt at hava hesar stóru summarstevnurnar og soleiðis røkja hendan týðandi part av føroysku mentanini. Tað eru tit, sum eiga ta stóru tøkkina. Eg fari eisini at nýta høvi til at takka fyri tað álit, mær er víst, at fáa í boði at seta Sundalagsstevnuna.
Eg skal enda við at lesa eina av yrkingunum hjá Hans Andriasi Djurhuus: Vármynd, skriva í 1935.
Mánin lýsir í túni,
skyggir í káman glugga,
ljóst stendur stovubróstið,
fjósið er alt í skugga.

Heygurin glitrar í gulli
oman at mýribakka.
Sóleygan veittrar í veitum
við gulum knýti á nakka.

Fjøllini handan fjørðin
hyljast burtur í bláum.
Oman úr brekkuni ljóðar
dunið av stórum áum.

Aldan fløðir um rivið,
bloytir, kembir og havnar,
lotið í neystadurum
tekur um svartar stavnar.

Lýkka og fleyr av suðri
ferðast um stillar strendur.
Vártám sum bláur roykur
rekur um fjallarendur

Við hesum orðum fari eg at lýsa Sundalagsstevnuna ár 2002 at verða setta.
Takk fyri!