Seta strangari tiltøk í verk í móti corona í Danmark

Landslæknin sigur, at tað verður eisini alla tíðina mett um, hvørji tiltøk skulu setast í verk í Føroyum

 

Øll tiltøk, har yvir 1.000 fólk savnast, eiga at verða avlýst. Tað er nýggjastu tilmælini frá myndugleikunum í Danmark í sambandi við, at corona-smittuna.

Fyribils er hetta tilmælið í gildi restina av hesum mánaðinum.

Í morgun var stórur tíðindafundur í Danmark, har myndugleikarnir høvdu fleiri tilmæli um at forða fyri smittuspjaðing og mælt verður eisini til, at fólk halda upp at at geva hvørjum øðrum hond, og at klemmast og mussast, eisini á kjálkan.

Í Danmark verður eisini mælt frá, at fólk stúva seg saman, og serliga fólk, sum eru í vandabólkinum, tað eru fólk, sum eru gomul og ikki eru so væl fyri, eiga at hugsa seg um, áðrenn tey fara i bussar og tok við nógvum fólkum, og um tey ikki eiga at fáa onkran at fara til handils fyri seg.

Hinvegin er einki tilmæli um at ganga við masku, men myndugleikarnir siga, at tað er tí at eingi prógv eru fyri, at tað forðar smittuspjaðing. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at í Føroyum verður støðan viðgjørd alla tíðina og Farsóttanevndin fer eisini at taka støðu til líknandi tilmæli, sum donsku myndugleikarnir hava gjørt.

Hann sigur, at verður talan um at mæla frá at halda størri tiltøk, kann talan vera um eitt lægri tal á fólki enn 1.000 fólk, sum er tilmælið í Danmark.

– Vit taka støðu frá degi til dags um, hvat skal gerast, og hvussu vit eiga at bera okkum at, tí fremsta endamálið er at forða fyri smittuspjaðing, sigur hann.

Hann sigur, at báðir føroyingarnir, sum eru smittaðir við corona, eru smittaðir uttanlands, og fremsta endamálið er at forða fyri, at smittan fer at ganga í Føroyum.

Men annars eru fremstu tilmælini annars at vaska sær um hendurnar bæði væl og ofta og at hosta niður í ermuna.