Seta slóðbrótandi vindorku upp í Porkeri

Longu í september fáa vit eisini vindorku úr Porkeri, men orkuverkið í Porkeri er slóðbrótandi og skal brúkast í gransking uttanlands

Í farnu viku varð farið undir arbeiðið at byggja vindmylluverkið í Porkerishaganum, og gongst sum ætlað verður tað liðugt at taka í nýtslu í september í ár.

Sev sigur í eini fráboðan í dag, at fyribils eru tey farin undir at gera vegin til økið, har tær sjey vindmyllurnar skulu setast upp.

Síðani verður økið gjørt klárt til at stoypa grundina, myllurnar skulu standa á og tað arbeiðið verður liðugt í juni. Og at enda verða so sjálvar myllurnar settar upp.

Tær sjey myllurnar eru 6,3 MW tilsamans og tær verða settar upp saman við eini battarískipan og einum synkronkompensatori, sum tað eitur. Og alt hetta ger, at tað ber til at javna elorkuna frá vindmyllunum fyri at tryggja veitingartrygdina í økinum.

Sev sigur, at battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur líka stóra kraft sum sjálvt vindmylluverkið. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindinorkuna, sum fer út á netið. Men støddin á battarískipanini merkir, at skuldi vindorkan brádliga minka, kann battarískipanin vera tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum.

Tá ið tað ber til, ætlar Sev at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum tá ið tað er nokk mikið, heldur enn at hava teir gangandi, so at teir eru klárir at taka yvir, tá ið vindurin brádliga minkar.

– Samansetingin av vindmyllum, synkronkompensatori og eini stórari battarískipan er ein av fyrstu royndunum av hesum slag í heimshøpi, sigur Sev.

– Við hesum fer Suðuroyggin, ein part av tíðini, at hava 100 prosent av varandi orku, har ein stórur partur av streyminum verður vindorka.

Júst hetta, at tað mesta av elorkuni verður frá vindorku, ger verkætlanina áhugaverda fyri onnur, tí hetta er nakað av tí sum nógv altjóða gransking snýr seg um í dag, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Í ES høpi er ein verkætlan í umbúna, har tey fegin vilja nýta vindmylluverkið í Porkerishaganum, og elnetið í Suðuroy, í teirra granskingararbeiði, sigur Sev.

Elorkan í Suðuroynni er leys av meginøkinum og vindmylluverkið, og battaríðskipanin, í Porkerishaganum, fara væntandi at gera 20GWt um árið, og tað svarar til nýtsluna hjá umleið 4.000 vanligum húsarhaldum.

Verkætlanin fer væntandi at minka oljunýtsluna hjá Sev í Suðuroy eini 4.300 tons, sigur Sev.