Seta sjóneyku á tilfeingismentan

- Hesaferð seta vit sjóneyku á ríkidømið, sum vit eiga rundan um okkum.

Á mentanardøgunum, sum verða í Fuglafirði 30. august til 4. september í ár, verður fokus sett á tað, sum fuglfirðingar rópa “tilfeingismentan”.

 

- Hesaferð seta vit sjóneyku á ríkidømið, sum vit eiga rundan um okkum. Vit eiga góðar rávørur, kreativ og dugnalig fólk, hugskotsríkar vinnufyritøkur, blómandi frítíðarvirksemi, umgyrt av vakrari náttúru.

 

Í Fuglafirði siga tey, at nú fyrireikingarnar til mentanardagar eru í gongd, heita tey á allar eldsálir, sum eru áhugaðar at lita tiltakið, um at venda sær til fyriskipararnar - og øll góð initiativ eru hjartaliga vælkomin.