Tað eru nógv av teimum, sum rógva kapp, sum ikki halda reglurnar um, at tey skulu vera í bjargingarvesti tá ið tey venja.
Tað er niðurstøðan eftir at Tjaldri og og Brimil vóru á ferð í seinastu viku, har tey kannaðu kappróðrarbátar fyri at vita um trygdarútgerðin var eftir forskriftunum. Eitt trygdarkrav er, at kappróðrarfólk skulu vera í bjargingarvesti tá ið tey venja.
– Tíverri vísir tað seg at nógvir av rógvarnum ikki eru í bjargingarvesti, tá ið teir vandi, sigur Vørn, og tey leggja afturat, at hetta er galdandi fyri manningar líka frá teimum, sum rógva barnaróður upp til teir størstu bátarnar.
– Sum við øðrum av lívsins viðurskiftum, eru teir eldru rógvararnir fyrimyndir hjá teimum ungu, so leggja teir eldru rógvararnir einki í trygdarreglur, ávirkar tað eisini teir yngru og sjálvandi er hetta ein keðilig gongd, siga tey í Vørn.
Tey skoyta upp í át tað er stutt síðan at eitt av tryggingarfeløgunum gav øllum kappróðrarfeløgunum bjargingarvestar til manningarnar, so undanførslan kann ikki verða at feløgini ikki eiga vestar, ella at tey ikki hava ráð til at keypa vestar.
– Tað skal tó sigast, at hjá summum av feløgunum er hugburðurin ein annar, tí tey syrgja fyri at manningarnar altíð eru í vesti og tað fegnast tey í Vørn um.