Seinnapartin er 27. og síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni.
07 Vestur og KÍ hava tryggjað sær uppflyting, og í dag eiga hesi bæði liðini heimavøll.
Felags fyri uppflytararnar er, at teir í dag spæla á heimavølli:
07 Vestur, sum er oddalið, fær í Sørvági vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og KÍ fær vitjan av teimum næstbestu hjá B68.
Um tað skal koma upp á tal, at gullkrónurnar og steypið skulu úr Sørvági og ígjøgnum tveir undirsjóartunnlar og tríggjar aðrar tunnlar og til Klaksvíkar, so skal 07 Vestur einki fáa burturúr ídag, og samstundis skal KÍ vinna.
Tað er ongantíð komið fyri í ár, at 07 Vestur einki hevur fingið burturúr á heimavølli.
Tá ið Víkingur 29. mai vitjaði í Sørvági, var úrslitið málleysur javnleikur. Sama dag vann KÍ á heimavølli 2-1 ímóti teimum næstbestu hjá B68.
TB, sum hevur tryggjað sær bronsumerkini, fær í dag vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. 29. mai vann TB 6-2 ímóti NSÍ á Sevmýri.
Grannauppgerð verður í Gundadali millum HB og FC Hoyvík, og í Streymnesi fer AB at vitja.
Tað er greitt, at B68 og AB flyta niður úr 1. deild. Nýggj feløg í 1. deild í 2011 verða Skála og 07 Vestur.
Allir dystirnir verða spældir í dag klokkan 14.30
HB-FC-Hoyvík: Dagfinn Olsen
TB-NSÍ: Ransin Djurhuus
KÍ-B68: Bárður Mortensen
07 Vestur-Víkingur: Rói Jacobsen
EB/Streymur-AB: Alex Troleis
Støðan
07 Vestur 58
KÍ 55
TB 48
EB/Streymur 42
HB 39
Víkingur 37
FC Hoyvík 30
AB 26
NSÍ 25
B68 6










