Hesa ferð verður landskappingin í fótbólti liðug, áðrenn tveir teir síðstu landsdystirnir verða spældir á heimavølli.
Tá ið B36 í heyst hevði kós ímóti FM heitinum, og EB/Streymur og Víkingur royndu at renna aftaná, var fram ímóti kappingarenda steðgur í kappingini, tí landsliðið var niðri í Serbia. Hetta fall ikki í so góða jørð hjá øllum. Tað vóru teir, sum vístu á, at tað var so ymiskt, sum landsliðsferðin órógvaði feløgini.
Í onkrum av feløgunum bar tað venjarunum til at leggja venjingarnar til rættis sum vanligt, tí eingin spælari var burtur í landsliðsørindum, og í øðrum feløgum vóru fleiri spælararar burtrurfrá í altjóða ørindum.
Á eftirmetingarfundinum í heyst varð breið semja um, at tað nú skal leggjast soleiðis til rættis, at punktum verður sett í landskappingini, áðrenn tveir teir síðstu dystirnir í HM undankappingini í oktober verða spældir.
Nú hevur FSF boðað feløgunum frá, at ætlanin er, at 27. og síðsta umfar í landskappingini skal verða leygardagin 6. oktober. Føroyar skulu spæla tveir HM undankappingardystir á heimavølli í oktober. Tann fyrri verður fríggjadagin 12. oktober ímóti Svøríki, og tann seinni verður týsdagin 16. oktober ímóti Írlandi.
Soleiðis sum landskappingin nú verður skipað fer tað at bera til hjá Lars Olsen at savna landsliðið longu sunnudagin 7. oktober ella kanska heldur mánadagin 7. oktober. Og so fer at bera til at savna seg fult og heilt um stóru avbjóðingarnar ímóti Svøríki og Írlandi, uttan at endaspurturin í landskappingini fer at spøkja, og uttan at venjararnir í feløgunum skulu hava ampa av, at allir spælararnir ikki eru tøkir í síðstu fyrireikingunum til endaspurtin í landskappingini, og uttan at venjararnir skulu hava ampa av, um nú landsliðsspælararnir verða skaddir í altjóða dystunum.
Fyrsta umfar í landskappingini verður sunnudagin 25. mars.