Øll flutningsfeløg, flyta ferðafólk til Føroya, fáa nú skyldu til at geva tollarunum hjá Taks fulla atgongd til listan yvir ferðafólkini, og manningina, sum eru við skipinum ella flogfarinum. Hetta er ein partur av eini lóg, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Hetta er ein roynd, at fáa betri yvirlit yvir tey, sum ferðast til og úr Føroyum, og tað verður gjørt í eini roynd at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar.
Í hesum sambandi skulu flutningsfeløgini eisini upplýsa nær skip og flogfør, koma til Føroya, nær tey fara, og um tær vørur, sum verða lossaðar í land, ella avskipaðar umborð.
Tað er eisini ein partur av uppskotinum at tey, sum koma til Føroya, ella fara úr Føroyum, við eini upphædd í reiðum peningi, sum svarar til 10.000 evrur, ella slakar 75.000 krónir, skulu boða tollvaldinum frá tí.