Fyrstu vindmyllurnar hjá Sev í myllulundini í Húsahaga í Havn verða nú settar upp. Fyrr í vikuni vórðu fyrstu lutirnir til myllurnar fluttar av Skansabryggjuni í Havn og niðan í Húsahaga.
Tað var ein avbjóðing at flyta myllurnar niðan, tí bæði vindmyllurtorn og mylluveingir eru 45 metrar long og vórðu flutt í tveimum pørtum, sum eru meira enn 25 metrar til longdar, tá bilurin og flutningsvognurin vóru íroknað. Aðrir partar av myllunum eru fimm metrar breiðir, og tí varð flutningurin samskipaður av løgregluni.
Av Sev siga tey, at lutirnir til vindmyllurnar verða fluttir niðan í Húsahaga við jøvnum millumbilum næsta mánaðin, tá ið allar 13 myllurnar eftir ætlan eru komnar niðan. Myllurnar verða royndarkoyrdar í summar, og tær verða ætlandi settar alment í rakstur í september.
Vindmyllurnar hjá Sev er av slagnum Enercon E44-900 kW. Staðsetingin í Húsahaga er vald av vindviðurskiftunum og vegna góðu atkomumøguleikarnar og góðu møguleikarnar at knýta í elkervið. Verkætlanin sparir Sev fyri góð 9.000 tons av olju um ári, og svarar hetta til umleið 40 milliónir krónur. Umroknað til elnýtslu til eini vanlig sethús, fara vindmyllurnar at veita elorku til umleið 7.500 sethús.
TRÝST HER fyri at síggja kykmynd hjá Sev um myllurnar í Húsahaga.