Hesi næstu árini, til 2030, fer eftirlønarfelagið, LÍV at seta góðar 300 milliónir krónur í grøna orku. Tað upplýsir felagið í eini fráboðan í morgun.
LÍV ætlar nevniliga at leggja seg á eina burðardygga og grøna leið, sum tey siga og hetta verður gjørt við at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið í altjóða samstarvi við onnur.
LÍV hevur longu sett pening í grøna orkuskiftið bæði í Føroyum og í altjóða verkætlanum, serliga í vindorku sólorku og í at gagnýta burturkast. Eisini hesar íløgur skulu økjast, og tí miðjar LÍV eftir at gera burðardyggar og grønar íløgur upp í tilsamans 330 milliónir fram til 2030.
– At gera heimin burðardyggari og grønari er eitt alheims mál, og hesum røkka vit best, um vit lyfta í felag, sigur LÍV Tí er LÍV nú við í altjóða felagsskapinum, Climate Investment Coalition, sum hevur til endamáls at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið fram til 2030, so tað verður ígjøgnum hendan altjóða felagsskapin, at íløgurnar verða gjørdar, sigur LÍV.