Nú skal ferð setast á arbeiðið at útvega fleiri gundstykki í Havnini.
Tað vóru býráðslimir samdir um á fundi í Havn hóskvøldið.
Á fundinum samtykti býráðið at selja fimm grundstykki. Tey vóru øll í vanligari stødd áleið 500 fermetrar, tó var tað eina bara 300 fermetrar.
Men tilsamans vórðu stykkini seld fyri 3,550 milliónir krónur. Tað minsta stykki á 300 fermetrar, varð ein keypari sinnaður at rinda 500.000 krónur fyri og hini fóru fyri ímillum 700.000 og 825.000 krónur hvørt.
At fólk bjóðaðu so nógv fyri grundstykkini, taka býráðslimir sum eitt greitt tekin um, at ttað er stórt trot á grundstykkjum.
Og semja er í býráðnum um, at nú skal ferð setast á arbeiðið at útvega fleiri grundstykki.
Tað eru nógv, sum ikki vilja hava íbúð, men egin hús og tí er neyðugt at hava grundstykki, siga býráðslimir.
Teir vísa á, at byggilendi er í kommununi, sum kunnu gerast til grundstykki, bæði í Djúpagili, í Marknagili, á Argjum og í Kollafirði.
Og nú skal ferð setast á at útvega grundstykki, so fleiri fáa høvi at seta búgv.
Sjúrður Olsen, býráðslimur, hevur á undanfarnum býráðsfundi víst á, at tað er ein vanlukka, at býráðið ikki hevur grundstykki tøk, tí tað er atvoldin til, at heilt nógv fólk eru flutt úr havnini mist nógv fólk í býnum.
Les eisini: Gongdin er blivin skeiv
Jákup Dam, býráðslimur hevur ført fram, at høvdu grundstykki verið til taks í Kollafirði, høvdu 300 – 500 fleiri fólk búð í Kollafirði, enn tey gera í dag.
Á myndini eru tað Sjúrður Olsen, vinstrumegin, og Jákup Dam á býráðsfundi í Havn hóskvøldið. Saman við einum triðja býáðslimi, Tróndi Siguðrsson, hava teir í seinastuni tosað nógv um at útvega fleiri grundstykki í kommununi.
|