Áseta egna sildakvotu

Á landsfundi Fólkafloksins leygardagin greiddi Jacob Vestergaard eitt sindur frá fiskivinnupolitikkinum hjá honum og landsstýrinum

Hann fegnaðist millum annað um økingina í avtaluni við russar í Barentshavinum, har toskakvotan hjá føroyingum er økt heili 33%. Økta svartkjaftakvotan – úr 95.000 tonsum upp í 163.000 tons – merkir, at nógv er at geva út av í komandi samráðingum við russar.
Jacob Vestergaard upplýsti eisini, at sildaavtalan er uppsøgd frá føroyskari síðu.
- Hetta er gjørt, tí vit meta, at okkara partur av kvotuni er alt ov lítil, eins og hann var í makrelkvotuni. Og hevur tað verið trupult at finna eina loysn í makrelspurninginum, verður tað ikki lættari, tá talan er um sild, segði Jacob Vestergaard.
Hetta merkir, uttan at fiskimálaráðharrin segði tað bart út, at Føroyar fara at áseta sær egna sildakvotu.
- Skulu vit hava størri sildakvotu, skulu aðrir lata frá sær. Og tá talan er um sild, standa Føroyar púra einsamallar í mun til makrelin, har Ísland og Førloyar standa saman, segði Jacob Vestergaard.
Hann helt annars, at føroyska vinnan megnar ógvuliga væl at tillaga seg til fortreytirnar.
- Vit síggja tað við makrelinum, at tá okkum varð noktað at fiska og avreiða makrel uttanlands, tillagaði vinnan seg upp á mettíð við at byggja virkir á landi og at skipa fyri, at menna hagreiðingina umborð, segði Jacob Vestergaard.
Annars vísti Brandur Sandoy á, at hann visti um, at nógv sild varð tveitt aftur í havið, og hann mælti tí til, at vit áseta okkum egna sildakvotu.