Set tennirnar í eina krokodillu á Hafnia

Tað er kanska meiri vanligt at krokodillur eta fólk, enn øvugt. Men nú er krokodillukjøt at finna á nýggju matskránni hjá Restaurant Hafnia

Broyttu vanarnir hjá føroyingum seta eisini sín dám á nýggju matskránna hjá matstovuni á Hotel Hafnia. Matskráin ella ménuin er hamskift - og til tað betra.
- Tiðirnar broytast, og tað gera vanarnir hjá fólki eisini. Fólk seta størri krøv til matstovur og ynskja at fáa eina veruliga uppliving, tá tey fara út at eta, sigur Peter Hentze matstovuleiðari á Hafnia.
Føroyingar gera alsamt meira við at fara út at eta.
- Kundarnir vilja bæði hava meira eksotiskar vørur og eisini tað heimliga - serverað øðrvísi enn tey eru von við. Við hesari matskránni meta vit, at kunna ganga øllum á møti og bjóða eina forkunnuga uppliving.

Krokodilla og havhestur
Nýggja A la Carte matskráin hjá Hafnia fevnir rættiliga víða. Rávørurnar eru bæði úr nærumhvørvinum og av rættiliga forkunnugum slag.
Kanska mest nýskapandi forrætturin er havhestaterrin við søtum ribsberum og portvínsglacé. Men eisini grillaðar kinarækjur á artiskokhjørtum við avocado og grønari sauce og føroyskt Bresaola við polenta og guacamole eru at fáa.
Umframt feitu fuglarnar hava kokkarnir á Hafnia eisini hálað fleiri spennandi rættir úr sjónum til høvuðsrættirnar. Millum annað fæst pocheraður steinbítur á grønmetis og epla cocotte við fiskasoði.
Bæði neytakjøt og lambskjøt eru eisini á matarlepanum. Og sum nakað heilt nýtt kanst tú eisini sleppa at smakka kjøtið frá stórvaksnum skriðdýrum við hvøssum tonnnum, sum liva á nógv heitari leiðum enn okkara. Høvuðsrætturin meuniére stokt krokodilla við gularótarösti og mildari salviesauce kann nú njótast við Áarvegin.
Krokodillukjøt er sjáldsama forkunnugt í Føroyum, og tað er framúr góður matur, sum er nógv avhildin kring allan heim.
Gestirnir á Hafnia kunnu eisini velja eina vín menu aftur við einari matskrá. Tað merkir, at gestirnir fáa fleiri sløg av hóskandi víni afturvið matinum. Royndir tænarar velja júst tað rætta víni til hvønn rætt.
Tað merkir, at gestirnir kunnu fáa júst tað røttu samansetingina av víni og mati.