Sertannlæknatænastan á Landssjúkrahúsinum

So vóru aftur sparingar á Landssjúkrahúsinum. Hesaferð rakar sparingin sera meint tann bólkin, sum felagið Javni umboðar. Um einar 14 dagar verður sertannlæknatænastan á Landssjúkrahúsinum niðurløgd.

Tey fólkini við menningartarni, sum hava tørv á at skula til sertannlækna eftir tað, ja tey noyðast av landinum. Tey hava nevniliga líka stóran tørv á at sleppa til tannlækna sum øll onnur - ofta størri - og ein heilt stórur partur av hesum fólkum vitja á tannlæknastovuni á Landssjúkrahúsinum regluliga.
Grundirnar til tess eru sjálvandi ymiskar. Men ein felagsnevnari er, at sleppa tey ikki til tannlæknan á Landssjúkrahúsinum, so sleppa tey ikki til tannlækna í Føroyum. Sæð frá Javna sjónarhorni, er hetta óhoyrt í einum framkomnum landi. Fúl skomm og sera illa umhugsað.
Tí hvør man fara at spara av hesari orsøk? Um tað er nakar, so er tað bara Landssjúkrahúsið. Og tann sparingin verður sum hjá hinum, sum pissaði í buks fyri at fáa fløvan eina løtu. Vánalig tannstøða kann nevniliga skjótt viðføra aðrar heilsutrupulleikar, sum krevja viðgerð.
Familjurnar og Føroya land koma harafturímóti at bøta í dýrum dómum. Tey fæstu av teimum, sum brúka hetta slagið av tannlækna, fara einsamøll av landinum. Tað merkir, at gjaldast skal fyri ferðaseðil til "sjúklingin" og minst ein fylgjara. Hartil kemur so uppihald, mist arbeiðsinntøka og sjálv tannviðgerðin. Og ikki sjáldan, skal hetta gerast einar tvær ferðir árliga.
Orsøkin til at niðurleggja tænstuna sigst vera, at tað hevur ikki eydnast at fáa avloysara, sum skoytir um ta lønina, sum Landssjúkrahúsið vil gjalda. Vit fara ikki at leggja okkum út í lønartrætur, men heita staðiliga á Landssjúkrahúsið og avvarðandi myndugleikar um at forða fyri at sertannlæknatænastan verður niðurløgd. Tað má og skal bera til at hava eina sertannlæknatænastu í Føroyum.