Trettanda kvøld, sum er hin 6 januar, verður ítróttargudstænasta í Vestmanna kirkju.
Serstaka tiltakið byrjar klokkan 19, og her eru øll, sum íðka ella hava íðkað ítrótt eins og avvarðandi at ítróttarfólki hjartaliga vælkomin.
Tiltakið fevnir eisini um fólk, sum hava áhuga fyri ítrótti, eins og øll onnur, ið kundu hugsað sær at verið við til ítróttargudstænastuna.
Tað verður Marjun Kálvalíð, sóknarprestur, sum fer at prædika, og sum partur av tiltakinum verður eisini forvitnislig sangluttøka.