Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 28.06.23 samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri neyst í Sørvági.
Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 25.07.2023 til 22.08.2023, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 15.09.2023, skrivar Sørvágs kommuna á sorvag.fo.