Sum frásøgukonan Elin Heinesen boðaði frá á AME pallinum leygarkvøldið, so er norski bólkurin Grand Island ein samansett samanrenning av so mongum.
Bæði hvat viðvíkur stíli og ljóði og ljóðførum.
Sermerkt er, at teir hava banjoleikara við og undirritaði hevur ongantíð hoyrt banjo nýtta, tá talan er um so grótharðan tónleik, sum hesir guttarnir spæla.
Talan er um sera harðan tónleik, ið als ikki ?gongur reint inn?.
Hetta er serstakur tónleikur, men dugur er í, tó at tað ikki er fyri veikar sálir. Kanska er hetta heldur til júst tey, ið eru til júst slíkan tónleik. Har er líkasum ongin millumvegur.
Frammi við pallin kendist og sást, hvussu intens framførslan var, men tíverri var tómligt á gólvinum hesa løtuna.
Grand Island kemur við fløgu í næstum, ið verður givin út í fleiri londum.










