Serstakir sangir til útisetarnar

Kári Leivsson á føroyskum dansistað í Keypmannahavn, ljóðar ikki serliga kent. Siga vit hinvegin Kári P á Skarv, vita flestu útisetarnir í danska høvuðsstaðnum, hvat vit tosa um. Leygarkvøldið spælir fólkakæri trubadururin í hølunum á Pilestræde, har føroyingar plaga at savnast hvørt vikuskifti.

 

Tað er ikki ofta, at Kári P framførir longur. Seinast hann vitjaði á Skarv eru fimm ár síðani, og tá stóðu fólk sum sild í tunni og sungu við mongu løgunum, hann hevur givið út á plátunum Vælferðarvísur frá 1978 og Hinumegin Ringvegin í 1991.

 

Leygarkvøldið verður ivaleyst stúgvandi fult aftur. Dyrnar á Skarv lata upp klokkan 23.00, har DJ Mike eisini vendir plátum. FO Invasion hevur samskipað tiltakið leygarkvøldið.