Serstøðan

Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
???
Ríkisfelagsskapurin er ein góður felagsskapur, tá ið tær tríggjar tjóðirnar í ríkinum samstarva á jøvnum føti og við virðing hvør fyri øðrum.
Hesin felagsskapur má ongantíð gerast eitt haft, sum bindur partarnar fastar í einari stirvnari hugsan, hvussu tjóðir kunnu samstarva, tí so er eingin menning.
So langt aftur, sum søga okkara gongur, hava Føroyar havt eina serstøðu - tjóðskaparliga, søguliga, mentanarliga og landafrøðiliga - í ríkinum. Tað er umráðandi, at føroyingar altíð halda fast við sína serstøðu, ikki bara tá ið tað snýr seg um samstarvið við hinar báðar tjóðirnar í ríkinum, men eisini um samstarvið við okkara næstu grannatjóðir, ES og annars heimin allan.
Fólkatingsumboðini skulu vera við í arbeiðinum at tryggja okkum okkara rættindi sum tjóð. Hetta er ein stór avbjóðing, sum krevur, at fólkatingsumboðini vegna Føroya fólk stútt og støðugt eru á varðhaldi og duga at troyta teir møguleikar, sum har eru, til gagns fyri okkara land og tjóð.
Hetta hevur Javnaðarflokkurin dugað.

Gott javnaðarval.