Sermerktir galla og brúðarkjólar

Fríggjakvøldið var mótashow á Hotel Føroyum við gallakjólum og brúðarkjólum.

Tað var danski sniðgevin Helene Stjernholm, ið sýndi fram nøkum av pløggunum hon hevur sniðgivið og seymað.
Framsýningin byrjaði við undirhaldi frá fýra dansigentum. Síðani var showið býtt í tvey, har fyrri partur var við gallakjólum, sum vóru rættiliga ymiskir, bæði í liti, mynstri og sniði. Í seinna parti vóru brúðarkjólarnir sýndir fram, teir vóru eisini sera ymiskir, summir vóru einfaldir og siðabundnir og aðrir vóru heldur óvanligir.
Eini 250 áskoðarar vóru til mótashowið, tey flestu vóru konufólk, men eisini heilt fitt av mannfólki var til staðar.