Serligt ólavsøkublað til øll húsarhald í landinum

Blaðið er 56 síður til longdar, og á tremur við tilfari um tjóðarhátíðina.

Tá Sosialurin verður borin út til øll húsarhald í landinum í kvøld, verður eitt serligt ólavsøkublað frá Miðlahúsinum við í útberingini.


Blaðið er 56 síður til longdar, og á tremur við tilfari um tjóðarhátíðina.


Í blaðnum er millum annað samrøður við Tóra við Keldu, ið setur ólavsøkuna, og Ann Dahl Hansen, ið ber fram ólavsøkuprædikuna, ein grein um kioskina hjá Astu, ið fyllir runt á Ólavsøku, skráin fyri ólavsøkuna, greinar um kappróðurin og nógv, nógv annað.