Samgongutingmaðurin Òli Breckmann spyr løgmann, hvat hann meinar um eina heldur serstaka ætlan viðvíkjandi Suðuroynni og Sandoynni. Ætlanin er, at stóru oyggjarnar sunnanfjørðs verða lýst sum serstakt búskaparligt vakstrar- og royndarøki. Landskassin yvirtekur alla kommunuskuld, so skjótt sum kommunurnar hava skipað seg í eina kommunala eind. Tá SEV og IRF verða einskild, rindar nýggja kommunueindin landskassanum sín part av sølupeninginum, og landskatturin verður í mesta lagi 20% í samanløgdu og skuldafríu kommununi.
Enn er ógreitt, nær fyrispurningurin verður svaraður. Løgtingið fer væntandi fríggjamorgunin at atkvøða fyri, at løgmaður skal svara fyrispurninginum.










