Serlig stovusýning av Syndefaldet á Vestanstevnu

Eftir kappróðurin vera stovusýningar av Syndefaldet í í Gummaldargøtu 3 í Miðvági

Eftir kappróðurin áVestanstevnu, ber til at fáa ein heitan kaffimunn aftur viðserligu stovusýningini av Syndefaldet ígulu húsunum íGummaldargøtu 3 íMiðvági leygardagin 12. juli kl. 18.00 og kl. 20.00. Leikurin Syndefaldet ferðast um stóran part av landinum og spælur 14 ferðir 14 ymisk støðíalskyns hølum, men hesar stovusýningarnar verða nakaðheilt serligt.

 

Taðeru sjónleikarinnurnar Marita Dalsgaard og GunnváZachariasen, sum spæla sjónleik, meðan Tine Surel Lange ríkar søguna viðlive cello og elektroniskum ljóðlandsløgum.

 

Spæliðlagar seg eftir rúmunum. Rúmini, Syndefaldet spælur í,eru serstakliga ymisk alt frástóra pallrúminum áTjóðpallinum til hesar heimligu stovurnar íMiðvági. Taðer partur av konceptinum at uppliva hvat ymisk rúm gera viðspæl og mátan søgan verður søgd uppá.

 

Stovusýningin áVestanstevnu er tann einasta sum fer fram íprivatum stovum og væntandi fer hetta at geva hesum sýningunum ein heilt serligan dám.

 

Leikurin er serstakaliga væl ummældur av fólki, sum hava sæðhann.

 

Til dømis skrivar Sissal Kampmann :

“…um nakaðso serstakt sum ein kvinnuligan Don Juan, Heitu Fanny, um Sterka Jóhan, Fingal, Nikolinu og allar hinar lagnurnar, iðkoma til lívs ímillum appelsinir, súreplir, víni ílongum banum, sminku, kniplingar, gomlum ríkjandi gólvum og høgar hælir íframúr væleydnaðu tulkingini hjáMaritu Dalsgaard og GunnváZachariasen av Syndefaldet - en historie om et virkelig godt menneske, eftir William Heinesen.

 

Atgongumerki kunna bíleggjast á syndefaldet@gmail.com ella keypast við dyrnar.