Serlig skattaskipan kann bjarga flotanum

Skal fiskiflotin hóra undan, sleppur tað almenna ikki undan at seta tiltøk í verk. Ein loysn er seta eina FAS-skipan í gildi fyri fiskiflotan á sama hátt sum fyri farmaflotan og Norrønu, sigur Marner Lisberg Reiðari

- Skal tað eydnast at bjarga fiskiflotan, verður tað neyðugt, at tað almenna leggur upp í.

Tað ivast Marner Lisberg, reiðari á Suðringi, ikki í.

Suðringur er ein av teimum fáu lemmatrolaranunum, sum eru til fiskiskap.

- Tað, sum heldur lívið í okkum, er, at vit hava eina serliga kvotu av stinglaksi og langasporli, tí tað er ein fiskiskapur, sum tað hevur eydnast okkum at fáa at bera til.

Reiðarin á Suðringi, staðfestir kortini, at støðan í fiskiflotanum er serstakliga álvarslig.

- Støðan í flotanum er so álvarslig, at trupulleikin kann ikki loysast við avtalum ímillum reiðarar og manningarfeløg um at lækka hýrurnar, ella okkurt av tí slagnum.

- Tað skal nógv meiri til, leggur hann afturat.


Landsstýrið sleppur ikki undan

Reiðarin á Suðringi sigur, at skal fiskiflotin bjargast, slepst rætt og slætt ikki undan, at tað almenna leggur upp í.

Sjálvur heldur hann, at ein nærliggjandi loysn er, at tað almenna setir eina FAS skipan í gildi fyri fiskiflotan, eftir sama leisti, sum tað almenna longu hevur sett í gildi fyri farmaflotan og Norrønu.

- Tað merkir, at ein partur av skattinum, sum manningarnar annars gjalda til samfelagið, verður borin aftur til skipini.

- Tað er tað einasta, sum munar, staðfestir Marner Lisberg.


Samfelagið í undantaksstøðu

Hinvegin heldur hann, at tað ber ikki til at hyggja eftir fiskiflotanum, sum einum sjálvstøðugum trupulleika.

- Her er talan um ein álvarsaman samfelagsligan trupulleika og sum støðan er í løtuni, er alt samfelagið í undantaksstøðu.

- So hvørt, sum skipini verða løgd, steðga eisini allar vinnur, sum eru avleiddar av fiskiflotanum og tí er fyrst og fremst talan um arbeiði á fiskavirkjum, men talan er eisini um arbeiði í smiðjum, flutningsfeløgum, mekanikarum, montørum og øllum øðrum vinnum.

- Harafturat er tað ein staðfesting, at hvørt kilo av upsa, leggur fimm ella seks krónur eftir í samfelagnum.

- Sostatt er tað greitt, at verður fiskiflotin lagdur, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri alt samfelagið.

Marner Lisberg sigur, at afturgongdin fer fyrst og fremst at merkjast í fiskivinnuøkjunum úti um landið.

- Men tey, sum halda, at miðstaðarøkið sleppur undan, fara so dyggiliga skeiv, tí tey fara eisini at merkja sviðan, tá ið inntøkurnar til landskassan svíkja og sparingar tí mugu setast í verk.

- Sostatt er talan ikki um ein trupulleika, sum rakar einstøk virki ella einstøk øki í landinum.

Reiðarin á Suðringi sigur at tað, sum er mest hættisligt, er bara at lata standa til og onki gera, tí so eru vit vís í, at vit ongar inntøkur fáa.

- Tað er ongin ivi um, at talan verður um ein miss fyri samfelagið, men tað avgerðandi nú verður at avmarkað tapið mest møguligt.

Løgmaður hevur boðað frá, at hetta kann verða eitt gott høvi til at laga flotan til.?

- Tað ber væl til at sameina tað at fáa eina FAS skipan og at laga flotan til. Tey skipini, sum ikki fáa tað at bera til, fáa heldur onki úr FAS skipanini og tey koma so heldur ikki at klára seg og tí kunnu vit vænta eina tillaging undir øllum umstøðum.

- Og noyðast skipini at gevast at fiska, er tað so púra vist, at landskassin missir alla inntøkuna, sigur Marner Lisberg.