Serlig lega fyri familjur

Lega fyri familjur við børnum ið bera brek verður á Zarepta í Vatnsoyrum.

Frá hósdegnum 23. juni til sunnudagin 26. juni 2011 verður lega fyri familjur við børnum, ið bera brek, á Zarepta í Vatnsoyrum. Á skránni fyri hesa leguna verða eitt nú bíbliutímar, andaktir, hugnaløtur, sangur, spæl úti og inni, barnamøtir, søgur, ítriv og svimjing. Eisini fer ymiskt fram á graslíkisvøllinum. Í ár er hendan legan løgd til síðst í juni mánað, eftir at hon í nøkur ár hevur verið mitt í august.

Familjurnar hava møguleika at vera saman sum familja í góðum og barnavinarligum umhvørvi. Bíbliutímar og fyrilestrar verða hildnir um ymisk viðkomandi evni. Dentur verður lagdur á eina fjølbroytta skrá við nógvum til børnini, skrivar heimasíðan www.zarepta.fo.