Serlig kunning til dystin móti Besiktas

Dysturin millum B36 og Besiktas verður spældur á Ovara vølli í Gundadali

Nógv umtalaði Europa League dysturin millum B36 og Besiktas verður spældur á Ovara vølli í Gundadali, hóast ávísar avbjóðingar eru vð umstøðunum í mun til eitt nú Tórsvølli og Svangaskarð, har vit hava spælt okkara landsdystir. Tí fylga eisini nakað av kunning við í samband við dystin.

 

- Vit hava fingið at vita, at Ovari vøllur í Gundadali er góðkendur til hendan dystin. Sjálvandi vilja vit spæla okkara dystir á okkara heimavølli, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36.

 

Tórsvøllur er eisini undir umbygging í løtuni, so hann lýkur heldur ikki øll krøv. Av tí at talan er um ein Europa League dyst, so eru nakrar heilt serligar reglugerðir galdandi. Millum annað er bara tvær inngongdir. Tær eru høvðusinngongin í vestara-skýlinum og í B36-húsinum.

 

Eisini eru avmarkingar fyri hvat ein áskoðari kann. Eitt nú er ikki loyvt at standa, skifta skýli, hava fløskur ella dósir við, ella at fara av leikvøllinum og koma innaftur. Hartil eru avmarkingar í parkeringsviðurskiftunum, har mælt verður til at parkera við vestara-skýlið. Verður reglugerðin ikki fylgd, kann tað geva ein bót frá UEFA. Her er talan sjáldan um minni enn 40 túsund krónur.

 

FM1 sigur frá dystinum, sum verður í annaðkvøld klokkan 19. Byrjað verður at senda longu eftir tíðindini klokkan 17.