- Sum støðan er nú, kann eg ikki taka ábyrgdina longur Tað sigur einasti serlækni í gikt í Føroyum, Pero Sore, í eini frágreiðing, hann hevur sent okkum og har hann ikki leggur fingrarnar ímillum. Hann sigur, at verða ikki ávís krøv gingin á møti, verður 28. februar hansara seinasti arbeiðsdagur á Landssjúkrahúsinum.
Sostatt hevur heilsumálaráðið minni enn tvær vikur at ganga ávísum krøvum á møti, annars stingur hann í sekkin. Tað var nakað síðani, at hann segði upp, men eftir avtalu varð uppsøgnin útsett til 28. februar.
Men nú staðfestir hann, at onki er hent á økinum og sostatt stendur uppsøgnin við, tí hann kann ikki góðtaka støðuna longur.
Hann sigur, at tá ið uppsøgnin varð útsett, var tað í vónini um, at tað heilsuverkið var sinna at finna eina loysn.
Men nú seks vikur seinni, hava hvørki Heilsumálaráðið ella leiðslan á Landssjúkrahúsinum tikið nakað stig fyri at loysa trupulleikan, sigur hann. Sum støðan er nú, eru umstøðurnar so vánaligar, at giktambulatorium fæst ikki at virka, sama um serlækni er knýttur at tí, ella ikki, sigur hann.
Hann sigur, at skal hann halda fram, er fortreytin tann, at hansara arbeiði verður viðurkent, og ikki saboterað
Tí setir hann sum treyt, at hann fær ein fastan sáttmála eftir teimum treytum, serlæknafelagið setir og at hann fær skrivliga váttan fyri, at sjúkrarøktarfrøðin ikki verður skerd fakliga, soleiðis at sjúkrarøktarfrøðingur við royndum á giktøkinum, skal brúka ein part av síni arbeiðstíð til at ganga vakt á øðrum deildum.
Les eisini drúgvu frágreiðing hansara: "Hvorfor jeg har opsagt min stilling" við at trýsta HER.
Og Pero Sore ger greitt, at eru viðurskiftini ikki nøktandi tann 28. februar vil hann ikki leggja navn til hetta longur.
|