Tað er nú útlit til, at Pero Soré, serlækni á Landssjúkrahúsinum í gikt, heldur fram í starvinum. Tað upplýsir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann er einasti serlækni í Føroyum í gikt, men nakað síðani segði hann upp, tí arbeiðsumstøðurnar vóru ikki nøktandi. Karsten Hansen sigur, at hann arbeiðir við eini loysn og at serlæknin hevur játtað at halda fram í starvinum, verða ávísar broytingar settar í verk - Nakrar av broytingunum eru komnar uppá pláss, meðan tað verður arbeitt við at fremja aðrar broytingar, sigur Karsten Hansen - Tí eru útlit fyri, at giktalæknin heldur afram í starvinum, leggur hann afturat. Tað verður eisini arbeitt við tí møguleika at seta ein giktalækna afturat, soleiðis at økið verður betri manna, longu frá næsta ári at rokna.
|









