Serlærarar ikki nøgdir við sáttmálan

Mentamálaráðið vil ikki geva teimum førleikaviðbøtur, sigur formaðurin

Í fleiri ár hevur lærarafelagið arbeitt ímóti, at fáa serliga viðbót til serlærarar, men tað hevur ikki eydnast, at fáa undirtøku í hesum, tí Mentamálið ikki vil. Ein møguleiki hevði verið at farið í verkfall um hetta, men ivasamt er, um limirnir taka undir við hesum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag við Kringvarpið í dag.

 

 

Útvarpið sigur, at lærarar við eftirútbúgving ikki eru nøgdir við sáttmálan, sum varð gjørdur millum Lærarafelagið og Fíggjamálaráðið hósdagin, tí samsvar ikki er millum løn og útbúgving. 

 

 

Herálvur Jacobsen sigur tó, at tá semja varð gjørd í 2008 stóð, at førleikaviðbøtur kunnu verða givnar. Mentamálaráðið ætlaði ikki at fylgja hesi ásetingini og hevur ongantíð givið hesar viðbøturnar. Lærarafelagið hevur tó til samráðingar sett tað kravið, at førleikaviðbøtur skulu gevast. 

 

 

–Vit samráðast við Fíggjmálaráðið, og Mentamálaráðið luttekur í samráðingunum. Sjálvandi lurtar Fíggjamálaráðið eftir sjónarmiðunum hjá Mentamálaráðnum, og tey vilja ikki tosa um førleikaviðbøtur yvirhøvur, segði Herálvur Jacobsen við Kringvarpið.