Real Madrid hevur í dag boðað frá, at Sergio Ramos hevur fingið staðfest koronusmittuna. 35 ára gamli miðverjin verður sostatt ikki við í seinnu fjórðingsfinaluni í Champions League, sum er móti Liverpool á Anfield í annaðkvøld.
Sergio Ramos var ikki við í fyrru fjórðingsfinaluni, og hann var heldur ikki við í “El Clasico” sigrinum á FC Barcelona. Í fyrstu atløgu bleiv hann skaddur, so hann hevði ikki spælt óansæð, og nú hevur hann fingið staðfest koronu.
Liðskiparin hjá Real Madrid er annar miðverjin hjá felagnum, sum hevur fingið koronu og ikki kann spæla í løtuni. Hin er franski heimsmeistarin, Raphael Varane. Hann hevur heldur ikki verið við í sigrunum á Liverpool í Champions League, og á FC Barcelona í toppdystinum í La Liga.