- Heimskendi argentinski fótbóltslúrmælingurin, Diego Maradona, doyði við nógvari pínu.
Tað sigur ein serfrøðingur, sum hevur vitnað undir rættarmálinum móti teimum, sum viðgjørdu fyrrverandi fótbóltsleikaran.
Rættarlæknin, Mauricio Casinelli, var við, tá líkskurður varð gjørdur av Diego Maradona.
Læknin segði undir rættarmálinum, at fyrrverandi fótbóltsúrmælingurin hevði havt vatn á lungunum í minsta lagi 10 dagar, áðrenn hann doyði.
Diego Maradona doyði hin 25. november í 2020, 60 ára gamal.
Áðrenn hann doyði, varð hann ansaður heima eftir eina skurðviðgerð í heilanum, sum stóðst av einum blóðtøppi.
Rættarlæknin, Mauricio Casinelli, segði undir rættarmálinum, at læknatoymið hjá Diego Maradona átti at vitað um vánaligu heilsustøðuna.
Sambært rættarlæknanum vigaði hjartað á fótbóltsúrmælinginum næstan tvífalt so nógv, sum eitt vanligt hjarta.
- Hann hevði nógva pínu í einar tólv tímar, áðrenn hann doyði, segði Mauricio Casinelli.
Maradona doyði av hjartasvikan og akuttum lungnaødem, har væta savnaðist í lungunum eftir skurðviðgerðina í heilanum.
Í rættarmálinum eru sjey læknar ákærdir fyri grovt ósketni og ikki at hava veitt Maradona nøktandi heimarøkt eftir heilaskurðviðgerðina fyri blóðtøpp.
- Allir sjey læknarnir nokta seg sekar. Sløk 120 fólk skulu vitna í rættarmálinum, sum væntandi varir til einaferð í juli, veit tíðindastovan NTB at siga.