Serframsýningin »Úr útlegd« letur upp

TíÐindaskriv

Leygardagin 27. juli letur upp serframsýningin "Úr útlegd" í hølunum hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni í Hoyvík.
Á framsýningini verða flest allir teir savnsgripir sýndir, sum danska tjóðsavnið nú letur Føroya Fornminnissavni sambært Samstarvsavtalu millum Føroya Fornminnissavn og Nationalmuseet frá 1999. Tó verða nakrir gripir, sum Føroya Fornminnissavn nú eigur, verandi á danska tjóðsavninum enn nøkur ár, m.a. tí teir har eru í brúki í framsýningum.
Í høvuðsheitum er framsýningin skipað eftir, nær og hvussu gripirnir vórðu savnaðir til tey søvn, sum nú eru danska tjóðsavnið. Fyrstu gripirnir, sum í 1819 vórðu savnaðir til Oldnordisk Museum, eru teir sum standa fyrstir í framsýningini, og síðstur stendur gripur, ið varð latin inn á danska tjóðsavnið so seint sum í 1966.
Soleiðis skipað fellur framsyningin náturliga í tveir partar.
Fyrri partur lýsir tey fólk, ið savnaðu og teir gripir, sum í 19. øld og nakað inn í 20. øld vórðu savnaðir til Oldnordisk Museum, Den Kongelige Danske Møntsamling og síðan 1890 til Nationalmuseets 2. Afdeling. Hesin partur verður sýndur fram í tveimum rúmum. Í fyrra rúminum er fyrst sýnd innsavningin í 1819 av føroyskum kirkjugripum hjá Vargas-Bedemar, greiva, síðan fjølbroytta innsavningin, sum Plöyen, fúti og amtmaður, framdi frá 1830-1844. Aðrir embætismenn, eitt nú Tillisch, amtmaður og Jákup Nolsøe, handilsforvaltari og ymsir føroyingar sum Schrøder, prestur og Pól á Látrinum sendu danska savninum nakrar fáar savnsgripir hvør og verða tí lýstir saman í bólki. At enda í hesum rúmi verður sýndur Føroya einasti skattafundur, sum M.A.Winther, sýslumaður á Sandi varnaðist í molddunga á kirkjugarðinum. Sandsfundurin er viðgitin millum myntgranskarar fyri sínar sjáldsomu og granskingarliga áhugaverdu myntir.
Í øðrum rúmi í fyrra parti (miðrúminum) verður sýnt tað víðagitna og nógv umrødda miðaldar innbúgvið úr Kirkjubøar kirkju, sum V.U. Hammershaimb, próstur og Hannes Fin-sen, amtmaður ansaðu eftir at fáa niður á savnið, tá brúk ikki longur var fyri tí í kirkjuni eftir umvælingina í 1874.
Her finna vit m.a. teir vøkru stólavangarnar, kendir sum kirkjubøstólarnir.
Annar partur lýsir tey, sum frá endanum av 19. øld og til 1966 hava latið savnsgripir inn til Dansk Folkemuseum, síðan 1920 Nationalmuseets 3. Afdeling - og tað, tey hava latið inn. Fyrsti innsavnarin var hin kendi Daniel Bruun, sum hevði alstóran týdning fyri alt savnsvirksemi í Útnorði, men eisini onnur hava latið savninum føroyskar gripir. Mangir danir, sum hava ferðast í Føroyum, hava arvað ella á annan hátt ognað sær føroyskar gripir, og føroyingar við, eitt nú Jóannes Patursson, Andreas Weihe og Hans Jacob Jacobsen. Tann, sum hevur savnað og latið Dansk Folkemuseum størsta talið av gripum og best lýstu, er eiðislæknin R. K. Rasmussen, sum tí eigur stóran part av hesi framsýning.
Serframsýningin endar við gripi, sum abbasonur Høst, sorenskrivara lat danska tjóðsavninum so seint sum í 1966. Hetta er borðbátur, fult útgjørdur og við øllum fiski- og grindareiðskapi. Høst var sorenskrivari í 1870 árunum, og gevur borðbáturin tí eina einastandandi tíðarmynd av báti, útgerð og reiðskapi.
Um ólavsøkuna er serframsýningin opin leygardagin, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag og týsdagin 30. juli, allar dagar millum kl. 14 og 20.