Serfrøðingur: – Radarin leggur Føroyar undir eitt "dupult-trýst"

– Tað eru jú ikki bara Føroyar, ið eru undir trýsti. Um Føroyar siga nei, so kemur Danmark í eina sera tronga støðu, sigur professari Peter Viggo Jakobsen, sum ikki roknar við, at Danmark og Føroyar fara at siga nei við ynskið hjá USA um at fáa ein radara settan upp í Føroyum

Avgerðin um radaran er langt síðani tikin. Tað roknar danski militer-serfrøðingurin Peter Viggo Jakobsen við. Trine Bramsen, verjumálaráðfrú, hevur annars vissað um, at eingin radari verður settur upp, um føroyingar ikki vilja tað, og tað sama hevur løgmaður sagt. Men Peter Viggo Jakobsen heldur ikki tað er sannlíkt, at Føroyar fara at siga nei til radaran aftaná politisku viðgerðina, tí tað hevði verið ein stórur strategiskur fótfeilur, sum kann fáa øði í amerikanarar. 

Orsøkin er tað alliancu-sambandið Føroyar hava við Danmark og USA. Tí USA hevur leingi ynskt sær hendan radaran fyri at hava eftirlit av føroyska loftrúminum, og Danmark ynskir at ganga amerikanska ynskinum á møti orsakað av strategiska samstarvinum. 

– Tað eru jú ikki bara Føroyar, ið eru undir trýsti. Um Føroyar siga nei, so kemur Danmark í eina sera tronga støðu. Amerikanarar vilja jú hava, at vit gera meira í Arktis og í sambandi við Forsvaret. USA góðtekur ikki longur, at eitt hol er í eftirlitinum kring Føroyar og Grønland, sigur Peter Viggo Jakobsen, sum er lektari á Forsvarsakademiet í Danmark.

– Føroyar eru tí undir einum "dupult-trýsti". Føroyar vita jú væl, at amerikanarar verða argir, um teir ikki sleppa at fáa ein radara í Føroyum. Tí má mann í Føroyum umhugsa, um mann hevur hug at fáa amerikanararnar upp á nakkan, sigur hann. 

Danski serfrøðingurin vísir á, at tað hava vit í Føroyum kortsíðani roynt við Huawei-málinum, tá Kina á einari síðu vildi hava føroyingar at brúka Huawei til 5G, meðan USA á hinari síðuni mælti føroyingum frá hesum.

– Spurningurin er, um mann hevur hug at seta seg í eina líknandi støðu aftur, sigur Peter Viggo Jakobsen.

Í roynd og veru hava vit í Danmark og Føroyum bara at makka rætt.

– Tá amerikanarar koma og siga, at teir vilja hava tað soleiðis, so er tað ikki nógv, mann kann gera. Vit hava ikki so nógv at handla við her í Kongaríkinum, sigur hann.

– Tí rokni eg við, at hendan avtalan um radaran allarhelst longu er blivin avgreitt og forhandlað. Eg kann ikki ímynda mær, at Føroyar fara at siga nei til radaran. Hasin báturin er sigldur, sigur Peter Viggo Jakobsen, sum annars ikki sær radaran sum eitt beinleiðis súmbol uppá "militera upprustning" í Arktis, men sum eina góða loysn til at hava eftirlit við.