Loftrúm
Kanningin, sum Vinnumálaráðið ígjøgnum Landsverk fekk norska felagið Asplan Viak at gera av teimum støðum í Føroyum, ið verða mett sum tey mest best egnaðu at leggja ein nýggjan flogvøll, er valla tað pappír vert, hon er skrivað á.
Hetta er niðurstøðan hjá Gilla Trond, ið bæði er útbúgvin geografur – við serfrøði í búskaparligari økismenning, og innan býarøki – sum gjørt nógv við at kanna ymsar flogvallir og flogvallaviðurskiftir í støðum, har til dømis náttúra, veðru ella bæði eru ein harður mótspælari.
Tað, sum undrar Gilla Trond mest í kanningini hjá Asplan Viak, er niðurstøðan um at vraka Skorhæddina og Eystnes (har sum vindmyllurnar í Eysturoy standa). Har hevur fyritøkan als ikki hevur brúkt veðurserfrøðingar til at ráðføra seg við, áðrenn niðurstøða verður gjørd.
Gilli Trond vísir á síðu 20 í kanningini, har Asplan Viak skrivar:
»Disse forhold kombinert med den store fare for turbulenser ved fremherskende vindforhold gjør, at vi ikke anbefaler videre arbeid.«
Samstundis verður á síðu 10 sagt soleiðis í grundgevingini um turbulens:
»Utten å ha rådført oss med meteoreloger kan vi likevel med stor sikkerhet si, at alvorlige turbulenser oppstår ved vindretninger på tvers av fjorden«
Hetta heldur føroyski serfrøðingurin vera sera løgið.
Á framløguni á Svangaskarði í gjárkvøldið vísti Gilli Trond á, at kanningin sum heild er ógvuliga grunn.
- Hon kostaði 80.000 krónur, og hvat fært tú fyri hetta? Umroknað til konsulenttímar snýr tað seg um, at ein persónur hevur brúkt eina viku til kanningina, og tað er sera lítið til eitt so umfatandi øki, sigur Gilli Trond, sum ongi persónlig áhugamál hevur í at peika á Skorhædd fram um nakað annað.
Yvirskriftin á fyrilestrinum var: Skorhæddin – ein møguligur altjóða flogvøllur?
- Eg meini, at Skohæddin er ein møguleiki, men segði eg, at hesin møguleikin er betri enn ein annar, ja, so gjørdi eg sama mistak sum norska konsulentfyritøkan hevur gjørt við at velja Skorhæddina frá.
- Tað, sum brúk er fyri, er ein djúpri kanning av øllum økjunum. Bæði Skorhæddini, Glyvursnesi, Nólsoy og Søltuvík. Asplan Viak kanningin er ikki nóg djúptøkin, og tí eigur ein ikki at leggja ov stóran dent á hana. Harafturímóti átti millum annað ein sokallað GIS kanning at verðið gjørd til tess at leita upp best egnaða lendið. Við slíkari lendislýsing hevði borið til at funnið fram til – burtur úr objektivum dátum – hvar best egnaða økið í Føroyum er at gera ein flogvøll. Eitt slíkt arbeiði kann gerast, heilt ella lutvíst, við førleika frá føroyoskum stovnum og fyritøkum, til dømis Umhvørvisstovuni, Landsverki, P/f Føroya DátuSavni og P/f Munin, sigur Gilli Trond.
Hetta er ein kanning, ið helst kostar nakrar mió. krónur, men sæð í mun til, at íløgan í ein nýggjan flogvøll liggur millum eina og tvær mia. krónur, eru hetta smápengar, hildu bæði Gilli Trond og fleiri av teimum 130-140 luttakarunum, sum vóru møttir til fyrilesturin og kjakið á Svangaskarði um nýggjan, altjóða flogvøll í Føroyum.
Tað vóru Tjóðveldi og Miðflokkurin í Eysturoy – ávikavist Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen – ið skipaðu fyri fundinum um nýggjan flogvøll. Saman við hesum báðum sótu Poul Michelsen, løgtingsmaður og Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, sum sótu í panelinum, ið tók yvir eftir fyrilesturin. Niclas Davidsen var orðstýrari.
Sosialurin fer komandi dagarnar at gera meiri burturúr fyrilestrinum og kjakinum um nýggjan, altjóða flogvøll.
(Fakta)
Skorhæddin-Eystnes sum flogvøllur
Gilli Trond hevur gjørt eitt flogvallauppskot, ið staðfestir hesi viðurskiftini:
• Her kann krossvøllur gerast
• Vallirnir liggja í 100 metra hædd yvir sjónum – pluss minus 20 metrar
• Tær teknaðu breytirnar eru ávikavist 3.500 og 2.300 metrar til longdar
• Afturat hesum skulu gerast á leið 450 metrar av innflúgvingarljósum í hvørjum vallarenda
Onnur viðurskifti og fyrimunir
• 40.000 fólk búgva innanfyri ein radius upp á 25 kilometrar
• Nógv vinnulív í økinum
• Stórir møguleikar fyri vøkstri: Kunnu røkka 1 mió. ferðandi og 50.000 tons av farmi við einum altjóða vølli
Teoretiskt kann eisini ein sera langur vøllur gerast í økinum upp á heilar seks kilometrar. Ongin tørvur er á so longum vølli. Hetta verður bert tikið sum dømi til at lýsa, hvussu væl egnað lendið er. Ein triði vøllur kann eisini gerast.
Fakta
Gilli Trond, 30 ár, ættaður úr Havn, uppvaksin í Noregi
Byrjaði 1. oktober í starvi hjá Bitland Enterprise í Havn.
Hevur tvær útbúgvingar:
1. Cand. Scient í geografi – við spesiali í búskaparligari økismenning frá Universitetinum í Keypmannahavn
2. Master of urban management (býrarøki) – við spesiali í atkomiligheit; hvussu ávirkar flogferðsla og onnur samferðsla ávirkar lokalsamfelagið? – fra Erasmus Universitetinum í Rotterdam