Radomir Antic hevur fingið boðini frá serbiska fótbóltssambandinum í dag, at hann er ikki longur venjari hjá serbiska landsliðnum. Orsøkin eru úrslitini, sum hava ikki verið nøktandi. Fótbóltssambandið fílist á serbiska avrikið undir HM-endaspælinum, og har afturat hevur byrjanin í hesari undankappingini ikki verið nøktandi.
Vladimir Petrovic loysir Antic av í venjarastarvinum. Petrovic var drúgvur fótbóltsspælari, har hann millum annað umboðaði Arsenal fyrst í áttatiárunum. Hann spældi 34 landsdystir fyri Jugoslavia.
Hann hevur áður staðið á odda fyri serbiska U21-landsliðnum.
Serbia hevur fýra stig aftaná tveir dystir. Serbar vunnu 3-0 á Tórsvølli fyri gott og væl tveimum vikum síðan, og í farnu viku spældi liðið javnt á heimavølli móti Slovenia.










