Serbia býtast sundur

Teir politisku leiðararnir í Montenegro skjóta nú upp at býta Serbia-Montenegro sundur í tvey sjálvstøðug ríki.

Filip Vujanovic og Milo Djukanovic, sum eru ávikavist forseti og forsætisráðharri í Montenegro, hava gjørt uppskotið, sum sigur, at Serbia og Montenegro verða hvør sítt ríki, men at londini skulu halda fram í einari samveldisskipan. Teir báðir hava eisini gjørt eitt uppskot um, hvussu markið ímillum londini skal gerast.

Serbia og Montenegro vórðu løgd saman í einari seinastu roynd at bjarga einum parti av gamla Jugoslavia, men viðurskiftini ímillum partarnar eru versnað tey seinastu árini.

Tað er ikki greitt, hvørja móttøku uppskotið hjá leiðarunum í Montenegro fær í Beograd. Vojislav Kostunica, forseti, er heitur talsmaður fyri at varðveita verandi skipan, men serbiskir tjóðskaparmenn hava leingi kravt, at Serbia og Montenegro verða skild sundur.