Sera stór sild undan Føroyum

Norsku landararnir ógvaðust við, tá teir í morgun fóru undir at landa Saksaberg, sum er í Noregi við sild úr føroyskum sjógvi, tí tann føroyska sildin er óvanliga stór. Valig NVG-sild hesa tíðina liggur millum 250 og 350 gram, men sildin, sum Saksaberg hevur fingið millum bankarnar, vigar 546 gram í meða, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.

Sagt verður, at marknaðurin kennir lítið til hesa sildina, og at tað er heldur ikki nakar serligur eftirpsurningur eftir henni.

Saksaberg fær 5,03 norskar krónur fyri kilo.