Sera skuffaður

– Eg eri sera skuffaður, at vit missa sigurin so seint í dystinum. Men teir pressaðu væl, samstundis sum vit høvdu hug at leggja okkum longur aftur, tá vit vóru komnir framum, sigur Johan Petur á Stongum, sum við einum drøni av einum langskoti legði 07 Vestur á odda 2-1.

Hann ásannar, at líkindini at spæla ikki vóru tey bestu í vindinum:

– At so nógvur vindur var, var sjálvandi keðiligt fyri spælið, og tað vísti seg eisini, at tað liðið, sum hevði vindin undan, fekk flestar kjansir. Í fyrra hálvleiki, tá vit høvdu mótvind, royndu vit bara at dekka upp, og tíbetur stóð Trygvi væl í málinum, tá harðast leikaði á.

Johan Petur sigur, at ætlanin hjá teimum í 07 Vestur var at fáa trý stig, men at tað eina stigið helst er nakað, hann kann liva við, hóast súrt er at missa sigurin á stokkinum.