Sera lágur miðalprísur

Góðar 9 krónur fyri kilo. Tað var miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt, tá Fiskamarknaður Føroya seldi góð 115 tons í gjár

Fiskaprísir

Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 115,5 tons á uppboðssølu fyri eina góða miljón krónur.
Sløk 26 tons vóru av toski. Størstar vóru nøgdirnar av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 12,95 krónur fyri kilo.
Tilsamans 35 tons vóru av hýsu, og her vóru nógv tær størstu nøgdirnar hýsa 2, sum fekk miðalprísin 8,04 krónur fyri kilo.
Hetta er framvegis sera lágur hýsuprísur fyri næst bestu hýsustøddina.
25 tons vóru av upsa, og flestu upsastøddirnar fóru fyri góðar 6 krónur í miðal fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini, sum vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í gjár, var lágur, góðar 9 krónur fyri kilo – ella neyvari 9,04.