Ingolf S. Olsen
--------------
Tað eru kommunurnar, ið eiga SEV, og tær vóru alt annað enn fegnar um heildarætlanina fyri elorkuøkið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, borðreiddi við í 2011. Hann hevði havt ein arbeiðsbólk at standa fyri hesum arbeiðnum.
Í einum hoyringssvari til Vinnumálaráðið, dagfest 17. februar 2012, fýlast kommunurnar og stýrisformaðurin í SEV harðliga á, at tilgongdin til heildarætlanina als ikki hevur verið nøktandi.
Millum annað skriva tey soleiðis:
”Hóast kommunurnar eru eigarar av elskipanini í landinum, eru tær ikki umboðaðar í arbeiðsbólkinum, men fáa saman við øðrum áhugapørtum status sum kontakpersónar, sum verða kunnaðir og hoyrdir eftir tørvi. Hetta kann á ongan hátt góðtakast.
Uppskot til arbeiðssetning og samanseting av arbeiðsbólki átti sjálvsagt at verið viðgjørt politiskt í samráð við kommunurnar sum eigararnar av SEV og Vinnumálaráðið, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av økinum. Í øðrum lagi átti umboð fyri SEV at verið sjálvskrivað sum limir í arbeiðsbólkinum. At SEV, sum liggur inni við størstu føroysku vitanini um elskipanir, ikki luttekur í arbeiðinum, men fær status sum kontaktpersónur, og í besta lagi skal koma við onkrum íkasti eftir umbøn frá arbeiðsbólkinum, er ikki nøktandi.”
Vantandi álit
Og um avleiðingina av hesum skriva eigararnir av SEV:
”Tilmælir og niðurstøður í heildarætlanini eru í stóran mun merktar av, at kommunurnar og SEV ikki hava luttikið í arbeiðinum.
Hugburðurin mótvegis SEV og kommununum tykist yvirhøvur merktur av vantandi áliti. Innihaldið, greiningar, niðurstøður og tilmælir í heildarætlanini eru sum heild sera ivasom, og í summum førum beinleiðis villeiðandi.
Undirritaðu feløg kunnu bert staðfesta, at fyriliggjandi heildarætlan ikki er eitt nøktandi grundarlag fyri politiskari viðgerð, tiltøkum og møguligum lógarbroytingum, sum heildarætlanini annars var ætlað at verða sambært arbeiðssetninginum.”
Kommunurnar staðfesta eisini, at ein av niðurstøðunum í heildarætlanini er, at verandi ognarskapurskapur hjá SEV er ein forðing fyri menning og virkisfýsni á elorkuøkinum, og at tað tískil er neyðugt, at landið yvirtekur eigaraskapin frá kommununum.
Í hesum sambandinum sóknast tær eftir neyvari útgreiningum av ognarviðurskiftunum og einari virðisáseting av SEV.
Sundurskiljing
Heildarætlanin leggur upp til, at SEV verður skilt sundur í tvær eindir, eina neteind og eina framleiðslueind, men kommurnar halda onga haldgóða grundgeving vera fyri hesum.
Tær halda ikki, at hædd verður tikin fyri støddini á føroysku elskipanini og vísa á eitt EU-direktiv (EU-direktiv 2003/54/EF), sum verður nýtt sum grundarlag, tá elskipanir í EU skulu býtast sundur í framleiðslu- og neteindir. Her ger artikel 26 í nevnda direktivi undantak fyri elskipanum, sum eru minni enn 500 gigawatt-tímar (GWh) um árið, og tann føroyska framleiðslan er bara gott og væl helvtina av hesum (291,6 GWh í 2012).
Hoyringssvarið er skrivað undir av Gunnvu við Keldu, táverandi forkvinnu í Kommunusamskipan Føroya, Asbirni Djurhuus, táverandi formanni í Føroya Kommunufelag, og Jákupi Suna Lauritsen, stýrisformanni í SEV.
Spurdur, hví umboð fyri kommunurnar ikki vóru við í arbeiðsbólkinum, sum orðaði heildarætlanina, sigur Johan Dahl, at tær vóru við í hoyringsbólkinum tá og sjálvsagt nú eru við til at gera ítøkiligu virkisætlanina.
– Tær viðmerkingar, sum kommunurnar høvdu til heildarætlanina, eru grundarlag undir verandi arbeiðinum við virkisætlanini. Virkisætlanin er ein roynd at samansjóða sjónarmiðini hjá kommununum og landinum og at finna semju um framtíðarleistin fyri orkuøkið, sigur Johan Dahl.