Sera hart at verða venjari í Premier League

Sir Alex Ferguson heldur, at trýstið á venjararnar í Premier League hevur ongantíð verið størri

Í einari samrøðu við amerikonsku ítróttarrásina ESPN sigur fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, at tað hevur ongantíð verið harðari at verða venjari í Premier League enn nú, og krøvini vaksa bara.

 

- Tað er øðrvísi, enn tá eg byrjaði, sum venjari hjá Manchester United í 1986. Tá høvdu øll fótbóltsfeløgini í Onglandi enskar eigarar. Í dag hava feløgini eigarar, sum eru frá øllum heiminum. Tað eru ymisk sløg av eigarum, og hetta ger tað enn torførari, tí eingin av hesum eigarunum veit veruliga hví hann ella hon fáast við fótbólt. Møguliga ynska tey at vinna heiti, og ynska tey tað, so gerst talan um eina meiri intensa støðu fyri høvuðsvenjaran, staðfestir Sir Alex Ferguson. 

 

- Einasti hátturin har tú kanst halda fast uppá starvið, er at vinna. Fótbóltur snýr seg um at vinna, og ein høvuðsvenjari kann missa starvið, um liðið hjá honum tapir tveir ella tríggjar dystir á rað. Talan er um ein ógvuliga intensan ídnað, sum alla tíðina krevur av venjarunum, at teir mugu vinna. Vit høvdu minni góð tíðarskeið í Manchester United, har vit ikki vunnu. Men eg eri góður til at venda mótgongd. Fimm ferðir gjørdust vit í Manchester United nummar tvey, og árið eftir vunnu vit Premier League. Tað snýr seg um at menna ein karakter í skiftisrúminum, har ein rætt og slætt ikki góðtekur ósigrar, greiðir Sir Alex Ferguson frá í samrøðuni við ESPN. 

 

Sir Alex hevur vónir um, at Louis van Gaal kann leiða Manchester United til Premier League gull hetta kappingarárið: - Sum Premier League er í løtuni, so kunnu fleiri feløg vinna gull. Leicester er einasti liðið, sum bara hevur tapt ein dyst. Liggur United í oddinum á nýggjárinum, so hevur liðið ein góðan møguleika at vinna meistaraheitið, sigur Sir Alex Ferguson við ESPN.